16. apríl. Mariana. Teir vita onga halga konu við hesum navni. Dagurin hevur eisini verið róptur magnussarmessa, til minnis um Magnus Erlendsson. Hann var jallur yvir helvtini av Orknoyggjum, men systkinabarn hansara, Hákun Pálsson, sum hevði hina helvtina, søkti at honum, og Magnus varð hálshøgdur tann 16. apríl 1115.
Magnus varð seinni skírdur halgimenni, og dómkirkjan í Kirkjubø er vígd honum. Í halgilutaskápinum í múrinum eru bein av Magnusi.
(Dagar og nøvn í álmanakkanum, Axel Tórgarð)
Hendingar, ið knýta seg at degnum:
73: Jødiski skansin, Masada, fellur eftir at vera kringsettur í fleiri mánaðir. Hetta markerar endan á jødiska uppreistrinum ímótu rómverjum.
1521: Í Týsklandi verður kirkjuligi endurnýggjarin, Martin Luther, settur fyri fyri ríkisdagin í Works, sum er kallaður saman av týsk-rómverka keisaranum, Karl 5., og her verður hann lýstiur friðleysur.
1889: Charlie Chaplin, ensk-amerikanskur sjónleikari, framleiðari og tónaskald verður føddur. Hann doyði í 1977.
1904: Petur Mærs Møller, skipari, stovnar saman við 28 ára gamla soni sínum, A. P. Møller, reiðaríið A/A Damskipsselskabet Svendborg, sum er byrjanin til A. P. Møller-Mærsk A/S.
1927: Benadikt 16. pávi føddur í Týsklandi.
1940: Margretha 2. drotning av Danmark verður fødd.
1984: Simon Spies, danskur ferðakongur, doyr. Føddur í 1921.
2012: Arnold Mærsk Mc-Kinney Møller, danskur skipsreiðari, doyr. Hann varð føddur í 1913.









