Svenski landsliðsvenjarin togaði eina stóra kanin úr hattinum, tá hann í dag almannakunngjørdi nøvnini í svenska landsliðshópinum. Tað hevur nevnliga eydnast Lars Lagerbæck at yvirtala 36 ára gamla Henrik Larsson at taka eitt seinasta tørn við landsliðnum. Henke hevur annars ikki verið á landsliðnum síðani 2006, men hann hevur framvegis gjørt um seg í svenska Helsingborg, har hann í ár hevur skorað seks ferðir í 11 dystum. Lagerbæck segði á tíðindafundinum í dag, at hann las nøvnini í hópinum upp í tilvildarligari røð, men heilt rætt mundi hetta ikki vera, tí seinasta av teimum 23 nøvnunum var altso tað hjá Henrik Larsson, og sum vera man, fegnast bæði miðlar og áskoðarar um hetta.