Henke til Barca

Sambært spanska blanðnum El Mundo fer svenski landsliðsspælarin Henrik Larsson at spæla fyri Barcelona eftir summarsteðgin.
Blaðið skrivar, at nú manglar bara undirskriftin hjá Henrik Larson á sáttmálanum við Barcelona, men Henke vil ikki skriva undir nakran sáttmála, fyrr enn svenska liðið hevur spælt seg liðugt í EM-kappingini í Portugal.