Europeiska meistarakappingin í fótbólti byrjaði av álvara aftur týskvøldið, tá fyrstu dystirnir í bólkaspælinum vórðu leiktir.
Og fyri tað mesta, so háttaðu úrslitini seg soleiðis, sum roknast kundi við.
Arsenal hevði tó tørv á einum sjálvmáli, áðrenn teir kundu tryggja sær heimasigur ímóti PSV, og í Porto máttu verandi meistararnir taka til takkar við málleysum javnleiki, tá CSKA Moskva vitjaði.
Tvey av liðunum, sum nógv verður roknað av í ár, eru Chelsea og Barcelona, og tey bæði sannførdu eisini um sína styrki. Didier Drogba skeyt tvey mál, tá Chelsea vann 3-0 á útivølli móti Parsis-SG. Og Henrik Larsson kom á vøllin í seinna hálvleiki í dystinum móti fyrrverandi felagi sínum, Celtic, og hann bæði legði upp til og skoraði eitt mál, tá Barcelona vann trupla útidystin 3-1.
Úrslitini týskvøldið vóru annars hesi
Arsenal-PSV 1-0
Celtic-Barcelona 1-3
Porto-CSKA Moskva 0-0
Inter-Werder Bremen 2-0
Panathinaikos-Rosenborg 2-1
PSG-Chelsea 0-3
Shahktar Donetsk-Milan 0-1
Valencia-Anderlecht 2-0









