Henke droymir um Milla

Hóast hann nú er 35 ára gamal, so hevur Henrik Larsson ongar ætlanir um at gevast við fótbóltinum. Tað roknaðu mong annars við, tá hann í summar fór úr Barcelona til Helsingborg. Fyribils skiftið til Manchester United bendir tó á, at maðurin langt ífrá er liðugur, og Henke sigur sjálvur, at hann ætlar at spæla leingi afturat.
- Enn kenni eg meg væl fyri. Tað er jú eingin, sum sigur, at tú skalt gevast, tá tú verður 35. Roger Milla spældi í HM, tá hann var 42, og orki eg at halda á fram, so kundi eg eisini gjørt tað sama, sigur hann.