Løgtingið verður sett sunnundagin, ólavsøkudag, hóast fleiri hava mótmælt, at tingið skal byrja arbeiðsárið ein sunnudag.
Og tingmaðurin, Hendrik Old, sum alment hevur boðað frá, at hann hvørki fór at vera við til skrúðgonguna ella sjálvan tingfundin, verður kortini at síggja í skrúðgonguraðnum frá tinghúsinum í dómkirkjuna á ólavsøku.
? Eg standi fast við, at tað er rúkandi skeivt at fara á tingfund ein sunnudag. Tí ætli eg mær framvegis ikki at møta til tingfundin. Men eg havi kortini valt at vera við í skrúgonguni og til guðstænastuna, av tí at talan er um eina kirkjuliga handling, sigur Hendrik Old.
Hendrik Old sigur seg hava kannað eftir, hvussu ofta ólavsøkudagur er fallin á ein sunnudag, meðan hann hevur verið tingmaður. Hann hevur funnið út av, at tað er hent tvær ferðir. Og tá hevur hann verið við til skrúðgonuna, men tingið er ikki sett fyrr enn dagin eftir.
Hóast Hendrik Old nú ætlar sær at vera við í skrúðgonguni, fara tríggir tingmenn kortini at vanta í raðnum. Jógvan við Keldu, Kristian Magnussen og Dan R. Petersen eru nevniliga burturstaddir ólavsøkudag.