- Fólk vilja heldur hava lægri prísir á brenni enn eina tænastu á bensinstøðum, sum tey mugu gjalda fyri.
Tað sigur íslendska felagið, Skeljung CEO, sum hevur sagt 29 fólkum úr starvi, tí felagið fer at gera fleiri bensinstøðir sjálvvirkandi og soleiðis ætlar at gera raksturin av hesum einfaldari og bíligari.
Nøkur av teimum, sum nú eru søgd úr starvi, hava arbeitt fyri Skeljung CEO leingi, og felagið hevur sagt seg vera sinnað at hjálpa teimum uppsøgdu at søkja sær nýtt arbeiði.
Íslendskir miðlar siga, at níggju Shell-støðir í Reykjavík og Akureyri verða konvertaraðar til tað, sum íslendingar rópa “orkustøðvar”, samstundis sum allar tænastur á støðunum halda uppat.
Føroyingurin, Hendrik Egholm, sum er nýggjur forstjóri í Skeljung, sigur við íslendskar miðlar, at íslendingar hava kent Skeljungsvørumerkið í eina tíð.
Hann heldur, at marknaðurin heldur vil hava bíligt brenni og atkomiligar bensinstøðir enn aðrar tænastur, sum tey mugu gjalda fyri.
- Tí tóku vit hesa avgerð, sigur føroyingurin og forstjórin í Skeljung CEO í Íslandi.
Tað var annars tíðliga í heyst, at tað frættist, at stjórini í Magn seinastu árini, Hendrik Egholm, varð settur sum forstjóri í móðurfelagnum hjá Magn, íslendska felagnum Skeljungi.
Hendrik Egholm hevur verið stjóri hjá Magn í Føroyum í 10 ár, og fyri ta tíð var hann marknaðarleiðari hjá Smyril Line. Hann tók við starvinum sum forstjóri í Skeljungi hin 1. oktober í ár.