Hendrik byrjaði sum politistanæmingur í Keypmannahavn 1. januar 1963. Eftir lokna útbúgving varð hann settur sum politistur í Havn. Tann 1.august 1977 varð hann settur sum vaktarleiðari í Havn, og frá 1. mai 1984 var hann dagligur leiðari á avgreiðsludeildini.
Hendrik hevur verið virkin í felagslívi, bæði í ítróttini og losjuni sum skrivari í Stórlosjuni og formaður fyri Tempulriddaraordanin. Hann var landsformaður fyri IOGT í 10 ár.
-red









