- Hetta er heilavask! So harðligur er dómurin, Hendrik Old, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, fellur yvir avgerðina hjá Kringvarpinum um bara at spæla føroyskan tónleik í eina heila viku.
Í gjárkvøldið var stóra tiltakið í Norðurlandahúsinum, har føroyskir tónleikarir, sum hava skarað framúr hetta seinasta árið, vórðu heiðraðir.
Sum eitt lið í tí at heiðra føroyskum tónleiki, gjørdi Kringvarpið í hesum sambandi av, bara at spæla føroyskan tónleik alla hesa vikuna upp undir tiltakið í gjárkvøldið.
Føroysku radiostøðirnar verða onkuntíð hartaðar fyri at spæla ov lítið av føroyskum tónleiki.
Men ímeðan tey flestu hava fegnast um hesa vikuna við føroyskum tónleiki, er tingmaðurin fyri Javnaðarflokkin rætt og slætt í øðini.
- Nú upplivdi vit tað, at vera tvangsinnløgd at hoyra føroyskan musikk í eina heila viku, røddi hann harðmæltur og avgjørdur av sjálvum tingsins røðarapalli.
- Í eina heila heila og holdiga viku skalt tú ikki hoyra nakað annað enn føroyskan musikk, legði hann afturat.
Hann spurdi, hvar vit eru endað, nú vit ikki skulu sleppa at hoyra eitt tað einasta líkinda útlendskt lag í Kringvarpinum, tí ”tey tora ikki at spæla útlendskan musikk”, sum hann tók til.
Hann vildi eisini hava at vita hvar landsstýrismaðurin er í hesum máli. - Hetta er nógv verri enn í Iran. Tað manglar bara ein turban um høvdið so sita vit har, segði Hendrik Old.
Hann heldur rætt og slætt, at tað er heilavask, sum minnir um støðuna í Norðurkorea, tá ið Kringvarpið ger av at spæla musikk á einum máli í eina heila viku. Og tað helt hann ikki, at nakar kann vera ósamdur í.
Men tað var í hvussu so ein, sum er ósamdur við hann og tað er Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi. Hann vísti á, at avgerðin um bara at spæla føroyskt í Kringvarpinum var eitt átak í samband við tiltakið í gjárkvøldið, har føroyskur tónleikur varð heiðraður við virðislønum.
Høgni Hoydal skilti slett ikki atfinningarnar hjá Hendriki Old ímóti, at Kringvarpið bara hevur spælt Føroyskan musikk í eina heila viku.
Hann heldur tvørturímóti, at tað verður alt ov lítið av føroyskum musikki spældur í útvørpum í Føroyum.
Hann spurdi um Hendrik Old kanska helt at tað vera betri, at Rasmus Seebach ella ”Se Nu Danser Bedstefar” skuldi vera tað fyrsta børnini hoyra í føroyska útvarpinum, tá ið tey lata eyguni upp um morgunin. |