2. apríl 2007 andaðist Hendrik Jacobsen á Hálsi í Havn, 93 ára gamal.
Hendrik var kend býarmynd í Havn. Hann nýtti vanliga føroyska húgvu, men seinnu árini gekk hann við hatti.
Foreldrini hjá Hendriki vóru Marsanna, f. Mouritsen, og Michael Rudolf Jacobsen, vanliga nevndur Mik.
Hendrik og systurin Tina vóru móðurleys sum smá og vuksu upp hjá pápasystrini Binu í Dávastovu og hjá pápanum Mik í Dávastovu. Heim teirra var í Niels Finsensgøtu, har Tina hevði broderíforrætning. Eisini var hon happadráttarseljari.
Tina og Hendrik vóru serliga kend sum skótaleiðarar. Hendrik var í mong ár leiðari hjá Skótaliði Sigmunds Brestissonar. Tey flestu kendu hann sum "Boss" frá gulu skótunum í Havn.
Hendrik sigur soleiðis í 25 ára minnisritinum hjá Skótaliði Sigmunds Brestissonar í 1951: ”At tað lukkaðist mær at føra liðið fram til so góðar dagar og rík minni er ikki minst teimum at takka, sum vóru mínir liðhjálparar, og nevnir hann m.a. Ove Gram, Harry Johannesen, Svend Poulsen, Magnus Sørensen, Bent Restorff og í seinnu árum Jógvan Jacobsen, Niels Debes, Steingrím við Stein og Ernst Reinert. Harumframt skulu nevnast Leiv Isholm og Tryggvi Sondum, sum gjørdu eitt dugnaligt arbeiði innan liðið. Tit sum í komandi døgum skulu leiða tað dagliga arbeiði, latið alla skótar fáa somu viðferð, tá skal liðið fáa góðar dagar”.
Sum ungur arbeiddi Hendrik á bommvirkinum hjá Gøtu-Jens í Havn, áðrenn hann fór í málingahandilin hjá Poul í Geil, har hann var í 34 ár. Eftir tað var hann í 16 ár á heilsøluni hjá Esmari Hansen.
Í 1950 giftist Hendrik Amandu, f. Magnussen, úr Saltangará. Tey fluttu tá í nýggj hús á Hálsi, har tey mestsum vóru einbúgvar tey mongu árini.
Amanda kom til Havnar sum 16 ára gomul at halda hús hjá Annu í Baiansstovu og Edvard Bærentsen, skómakara í Nýggjustovu.
Amanda plagdi at hjálpa Tinu Jacobsen, systir Hendrik, at selja happadráttarseðlar. Tá Tina doyði í 1973, varð Amanda biðin um at søkja um at verða happadráttarseljari. Hon seldi happadráttarseðlar í Niels Finsensgøtu líka til 2003.
Amanda og Hendrik fingu døturnar Maritu og Birgit, sum báðar búgva í Vanløse í Danmark. Tá Hendrik fylti 90 ár í 2003, helt hann føðingardagin saman við famlijuni í Vanløse. Barnabørnini hjá Amandu og Hendriki eru trý í tali.