NSÍ spælarin Einar T. Hansen hevur nógvar ferðir røkt vinstra vongverja á landsliðnum. Einar er við í Estlandi, men hann er so mikið skaddur í økslini, at hann er ikki førur fyri at spæla.
Brian Kerr hevur tí gjørt av, at Hendrik Rubeksen úr HB, sum varð boðsendur stutt undan fráferðini til Estlands, skal røkja vongverjan í vinstru. Tað visti Jógvan Arge í Tallinn at siga í útvarpinum hjá Kringvarpinum klokkan 17. Hetta er fyrsta ferðin, at Hendrik Rubeksen umboðar Føroyar.
Føroyska liðið sær soleiðis út:
Gunnar Nielsen - Jónas Tór Næs, Atli Gregersen, Johan Troest Davidsen,
Hendrik Rubeksen - Símun Samuelsen, Jákup á Borg, Fróði Benjaminsen, Jann Ingi Petersen, Christian Lamhauge Holst - Jóan Símun Edmundsson