Hendir seg at børn biða um mynd

Tað sigur Mariann Hansen, ið er vorðin landskend fyri sínar keyp-føroyskt lýsingar í sjónvarpinum.

Hesar lýsingar eru rímiliga nýggjar, og tá Mariann Hansen lesur til pallstjóra í Íslandi, og hevur gjørt tað seinasta hálvtannað árið, so er tað ikki so ógvuliga nógv, hon merkir til hesar lýsingarnar.
- Men tað komið fyri, at børn hava spurt meg um tey kunnu fáa eina mynd av mær í Burger King ella Sunset Boulevard, men tað er eingin, sum beinleiðis hevur spurt um autograf, sigur Mariann Hansen.
Hon heldur, at tað hevur verið stuttligt at verið við til at gera hesar lýsingarnar, sum hon heldur vera sigandi og stuttligar.
- Eg haldi, at lýsingarnar eru rættiliga góðar og undirhaldandi, sigur Mariann Hansen.
Hon er 27 ára gomul og lesur á Listaháskóla Islands.