Tónleikaliga er nógv á skránni í Vági um vikuskiftið Terji Rasmussen spælir í Stóra Pakkhúsi í Vági í kvøld og Uni Arge spælir í dag í gomlu handilshølunum á Marknoyri, ið eru sett í stand og hava skift eigara. Nógv forvitnisligt hendir har hendan mánaðin og í dag er ymiskt á skránni og Uni stendur fyri tónleikinum.
Í morgin, sunnudagin, er jólatiltak í Billardhúsinum og har fer Hjalmar Magnussen at syngja og spæla, saman við øðrum. Í Suðuroynni er Hjalmar virkin á tónleika økinum, men onnur kenna hann eisini, eittnú frá fløguni Vælskapt Brek.