Bygdarskúlin í Miðvági varð bygdur, og Føroya Sparikassi lat sum tann fyrsti peningastovnurin í landinum við stuttum millumbili. Tað vóru høvuðshendingarnar, Sjúrður Poulsen, deildarleiðari hjá Føroya Sparikassa í Vágum, tók fram, tá Sparikassin alt upp snotuliga um- og útbygda deild í Miðvági mánadagin.
At Sparikasisn hevði nakað tilknýti til Miðvágs, fyrsta hann lat upp í næstseinastu øld, grundaði Sjúrður Poulsen á, at annar kundi Sparikassans yvirhøvur var miðvingur.
Og nú, vísti hann á, kundu vit aftur við tveimum daga millumbili hátíðarhalda bæði bygdarskúlan í Miðvági, sum leygardagin hevði móttøku í samband við, at hann er umbygdur til barnagarð, og Sparikassan, sum mánadagin flutti í nýumvældan bygning.
Leiðslan í Sparikassanum er ivaleyst eisini gjørd varug við hesar hendingar, tí á samkomunu, sum var í Miðvági hendan dagin, handaði stjórin í Føroya Sparikassa, Bjarni Olsen, leiðaranum fyri Útibarnagarðinum í Gamla Skúla í Miðvági, Ann Margit Davidsen, ein kekk upp á 12.000,- krónur.
Bjarni Olsen, stjóri í Føroya Sparikassa greiddi á samkomuni frá søgu Sparikassans frá tí, farið varð undir at stovna deildir kring landið. Í Vágum komu deildirnar í sjeytiárunum, og eru í dag tríggjar í tali. Tað arbeiða átta fólk hjá Føroya Sparikassa í Vágum, segði hann.
Stjórin fegnaðist um vakra og snotuliga bygningin, sum hann vónaði fór at verða bæði starvsfólksvinarligur og ikki minst kundavinarligur.
?Tí vit vilja vera mest kundavinarligi peningastovunurin í landinum, segði hann. Vit vilja so saniliga, at starvsfólk okkara skulu hava tað gott, men tað eru kundunum, vit liva av.
Bjarni Olsen fegnaðist eisini um at kunna siga, at meginparturin av arbeiðinum, sum gjørt er við nýggja deildarbygningin í Miðvági, er gjørt av vágafólki. Okkurt er tó, sum fólk og fyritøkur av oynni hava gjørt, men stórabeiðunum hava fyritøku í Vágum staðið fyri.