Hvussu vanligt er tað, at hjól punktera á flogførum? Henda spurning settu vit Jes Madsen, flogferðsluleiðara (luftfartsinspektær, blðm.) hjá Statens Luftfartsvæsen, nú Atlantsflog var fyri enn einum óhappi. Hesaferð vóru tað hjólini, sum punkteraðu. Men sambært Jes Madsen, fær Atlantsflog ikki vart seg fyri hesum. Hann sigur, at tað púra vanligt, at flogfør punktera.
– Flogfør punktera júst sum bilar. Summi punktera ongantíð, meðan onnur punktera tvær ferðir innan fyri ein mánað. Tað er hendilig óhapp, sum tú ikki fært vart teg fyri, staðfestir Jes Madsen.
Ymiskt frá flogfar til flogfar
Hann sigur, at tað er ymiskt hvussu punkteringar merkjast á flogførum.
– Á stórum flogførum við 16 hjólum merkist tað als ikki, tá eitt hjól punkterar, meðan punkteringar á flogførunum við færri hjólum merkjast betri. Lukkutíð er tað sjáldan, at størri skaðar koma fyri av punkteringum, sigur Jes Madsen.
Vit ynsktu at fáa eitt yvirlit ella nøkur hagtøl frá Statens Luftfartsvæsen, sum kundu geva eina ábending um, hvussu ofta punkteringar koma fyri. Hetta kundu vit ikki fáa áðrenn evstamark okkara, men Jes Madsen sigur, at hansara eygleiðingar siga honum, at tølini hvørki eru vaksandi ella fallandi.










