Hendiligt arbeiðsóhapp í Kollafirði

Ein arbeiðsmaður, sum var í Kollafirði við klori til Vestlaks í gjár, var so óheppin, at platturin við stóra og tunga klordunkinum koppaði, tá ið maðurin skuldi lossa hann av vørubilinum

Arbeiðsskaði

 

Týsdagin var ein maður fyri arbeiðsskaða á bryggjuni í Kollafirði.

Hann var komin við einum vørubili og skuldi seta ein platt av við einum 1000-1200 litra stórum klordunki, sum Vestlaks skuldi brúka.

Hendingin fór fram, tá hann var í holt við at lossa plattin við dunkinum av vørubilinum. Platturin koppaði og fólk, sum vóru á staðnum, stúrdu í fyrstuni fyri, at maðurin hevði fingið plattin omanyvir seg.

Boð vórðu send eftir løgreglu og sjúkrabili, sum flutti arbeiðsmannin á Landssjúkrahúsið.

Maðurin hevði fingið snuddir í andlitið, og hann hevði eisini brotið nakrar tenn. Hann var uttan vit eina løtu, men sum skilst, hevur hann ikki fingið varandi mein av tilburðinum.

 

Hendiligt óhapp

Arbeiðseftirlitið sendi tvey fólk til Kollafjarðar at kanna málið, men tá var maðurin longu fluttur á Landssjúkrahúsið.

Símun Hammer á Arbeiðseftirlitinum sigur, at maðurin tíbetur er sloppin væl frá hendingini.

- Eg dugi ikki at síggja, at nøkur mistøk eru gjørd. Hetta er meira ein hending, sum stóðst av, at maðurin, sum skuldi taka plattin við stóra og tunga klordunkinum av vørubilinum, hevði ov lítlar royndir við júst hesum arbeiði og amboðunum, hann brúkti.

Símun Hammer heldur ikki, at nakar verður ábyrgdaður fyri hendingina í Kollafirði, sum eftir umstøðunum spældi rímiliga væl av.

Tað var Tórshavnar Sløkkilið, ið tók sær av at rudda stóra klordunkin burtur.

- Hetta eru sterkir dunkar, og tí kom lítið av klori á bryggjuna undir hendingini, sigur Símun Hammer á Arbeiðseftirlitinum.