Hendan feriudillan er lívshættislig

Ungfólk á feriu sunnanfyri hugsa ikki um, hvussu vandamikil hendan dillan er

Norskur yvirlækni ávarar nú ímóti summardillu á vælumtóktum feriustøðum sunnanfyri – eitt nú á grikskum oyggjum.

Nógvastaðni verður láturgass selt í ballónum til ungfólk at anda í seg fyri at fáa ein skjótan og stuttan rús, tá ið tey eru í býnum. Fyri eina evru – góðar sjey krónur – ber til at keypa sær eina ballón við láturgassi, sum kann geva eina gleðiskenslu í ein minutt ella tveir. 


Norskur yvirlækni ávarar nú staðiliga ímóti hesum.

- Fólk vita ikki, hvussu vandamikið tað er at anda láturgass niður í seg. Hetta er hasardspæl, sum kann skaða heilsuna og føra til deyða. Heilin tolir bert láturgass í nøkur fá, áðrenn hann missir vitið, ella tú doyrt, sigur Merete Vevelsted við blaðið VG.

Vandin við láturgassi er, at heilin fær ikki tað ilt, sum hann hevur brúk fyri, og tað er sera vandamikið.