Helvtin hevur svarað nøgdsemiskanning

Helvtin hevur svarað og hin helvtin manglar at svara í sjúklinganøgdsemiskanningini hjá Almanna- og heilsumálaráðnum Í gjár fingu 500 fólk, ið enn ikki hava svarað spurnablaðnum í sjúklinganøgdsemiskanningin hjá Almanna- og heilsumálaráðnum, sendandi eina áheitan um at svara skjótast gjørligt.

1000 fólk hava fingið sendandi spurnablað, har tey eru spurd um, hvussu tey høvdu upplivað tær veitingar og tænastur, tey fingu sum sjúklingar á føroysku sjúkrahúsunum. Kanningin er gjørd av óheftum donskum kanningarstovni, og skal vera grundarlag fyri at bøta um dygdina á tænastum, ið sjúkrahúsini veita sjúklingum.

Tað er Sjúklingaráðið sum hevur heitt á landsstýrismaðurin um at taka stig til, at kanningar sum hesar verða gjørdar.