Helvtin hótt av hungri

Samstundis sum forsetin í Zimbabwe, Robert Mugabe, heldur fast um, at teir hvítu bøndurnir í landinum skulu fara av sínum gørðum, upplýsir ST, at umleið helvtin av landsins fólki eru hótt av hungursneyð.

Sambært ST hava seks milliónir fólk í Zimbabwe tørv á matvøruhjálp eftir drúgvan turk. Ringast stendur til í bygdunum, men eisini í býunum eru fleiri matvørur farnar at ganga undan.
Talsmenn hjá ST siga, at tað fer at gera støðuna uppaftur verri, heldur Mugabe fast um kravið, at teir hvítu bøndurnir skulu fara av gørðunum.