Gallup Føroyar hevur gjørt eina kanning fyri Miðlahúsið, har fólk blivu spurd um, hvussu nógvan pening tey nýta til jólagávur.
Spurnarkanningin bleiv gjørd frá 1. til 18. novembur, og 521 fólk vóru spurd í kanningini. Óvissan í kanningini eru 1,9 prosent við 95% konfidensintervall.
Fólk eru spurd, hvussu nógvar pengar tey vænta, at tey persónliga fara at brúka upp á jólagávur í ár.
Kanningin vísir, at helvtin av okkum brúkar undir 4.000 krónur upp á jólagávur. Ein fjórðingur brúkar undir 2.000 krónur, ein triðingur brúkar undir 6.000 krónur, meðan beint undir ein tíggjundapart væntar at brúka yvir 10.000 krónur.
Svarini býta seg soleiðis.
13% siga seg brúka undir 1.000 krónur, 13% siga seg brúka undir 2.000 krónur. 12% brúka undir 3.000 krónur og onnur 12% brúka undir 4.000 krónur. 14% siga seg brúka undir 5.000 krónur, 9% undir 6.000 krónur, 15% undir 10.000 krónur, 8% yvir 10.000 krónur og 4% siga seg ikki vita.
Havast skal í huga, at hetta er fyri hvønn einstakan, so tølini fyri hvørt húsarhald eru sannlíkt væl hægri enn hetta.