Helvtin av vøkstrinum skal setast til viks

Endamálið er, at um nøkur ár skal ríkisveitingin úr Danmark takast av

Tjóðveldi hevur nú lagt eitt uppskot fyri Løgtingið við tí endamáli at sleppa av við ríkisveitingina úr Danmark um nøkur ár. Í hesum sambandi vil Tjóðveldi hava Løgtingið at samtykkja, at hvørt ár skal helvtin av inntøkuvøkstrinum hjá Landskassanum, setast í ein búskapargrunn. Støðið skal takast í árinum í fjør, so helvtin av tí, inntøkan hjá landskassanum verður hægri í ár, enn í fjør, verður sett í búskapargrunnin. Hin helvtin av vøkstrinum, verður verðandi á fíggjarlógini til at brúka.

Tjóðveldi sigur, at um nøkur ár eru vit komin í ta støðu, at upphæddin, sum verður sett í búskapargrunnin, er líka stór, sum ríkisveitingin var í fjør, nevniliga 641,8 milliónir. Og tá ið tann dagurin upprennur, skal Landsstýrið boðað donsku myndugleikunum frá, at vit taka ikki ímóti ríkisveiting longur.  

Tjóðveldi sigur, at endamálið er at gera føroyska búskapin sjálvbjargnan, og við hesi mannagongd gera Føroyar sína egna skiftisskipan fyri at sleppa av við ríkisveitingina. Og so hvørt sum inntøkurnar hjá landskassanum veksa, fara 50 prosent av inntøkuvøkstrinum á fíggjarlógina og hini 50 prosentini fara til at minka ríkisveitingina úr Danmark, til hon er heilt burtur.

Hvussu leingi tað fer at taka til ríkisveitingin verður heilt burtur, veldst um, hvussu nógv inntøkurnar hjá landskassanum fara at hækka. Tjóðveldi vísir eisini á, í Føroyum er bruttotjóðarúrtøkan fyri hvørt fólk hægri enn í Danmark og Føroyar eru eitt av heimsins ríkastu londum, og tí hava vit ikki brúk fyri studningi úr Danmark.

Í 2019 var bruttotjóðarúrtøkan í Føroyum 420.000 krónur fyri hvørt fólk, men í Danmark var hon 400.000 krónur. Sostatt var virðisskapanin hægri í Føroyum fyri hvønn íbúgva, enn hon var í Danmark.

Tjóðveldi vónar at fáa eina tjóðarsemju um hesi viðurskiftini. Og tey vísa sum eitt dømi, at frá 2015 til 2019, øktust inntøkurnar hjá landskassanum úr 4,5 milliardum upp í 5,9 milliardir. Verður ríkisveitingin tikin burtur úr, hækkaðu inntøkurnar úr 3,85 milliardum, upp í 5,2 milliardir, ella slakar 1,4 milliard. Tað eru sløk átta prosent um árið í miðal - og tað er samstundis sum at skatturin varð lækkaður.

Í 2020 eru inntøkur landsins minkaðar nakað av koronu, men longu í ár fer landskassin aftur at hava inntøkuvøkstur.

Sostatt er ríkisveitingin ein alsamt minni partur av inntøkununum. Í 1997 svaraði ríkisveitingin til 45 prosent av inntøkunum hjá landinum, men í 2019 svaraði ríkisveitingin til 12,3 prosent av inntøkunum hjá landinum.

Hækka inntøkurnar 4-5 prosent hesi næstu árini, og helvtin av vøkstrinum verður brúktur til at gera fíggjarlógina óhefta av ríkisveitingini, verður fíggjarlógin óheft av ríkisveitingini um 6 - 7 ár, sigur Tjóðveldi.