Tøl frá Hagstovuni vísa, at 47 prosent av øllum, sum hava livað í fátækaváða í trý ár á rað, eru yvir 67 ára gomul. Somuleiðis eru yvir 51 prosent av øllum, sum hava livað í fátækaváða í fimm ár á rað, yvir 67 ár.
Hagstovan hevur júst almannakunngjørt eina nýggja inntøkuuppgerð fyri 2015, har Hagstovan varpar ljós á inntøkuviðurskfitini hjá føroyingum.
Hagstovan hevur millum annað hugt eftir, hvussu nógvir føroyingar liva í fátækaváða og hvussu nógvir hava livað í fátækaváða í fleiri ár. Tað er so, at ein persónur verður roknaður at vera fátækur, um hann hevur livað í fátækaváða í trý ár á rað.
Tølini hjá Hagstovuni vísa, at 2.063 føroyingar hava livað í fátækaváða øll árini síðani 2013. Av teimum eru tað 987, ella 47 prosent, sum eru yvir 67 ár. Næst størstu bólkarnir eru tey millum 25 og 54 ár (396 fólk) og børn undir 18 ár (394 persónar). Tað er tó merkisvert, at meðan talið á fólkum, sum liva áhaldandi í fátækaváða minkar í øllum aldursbólkum, veksur tað millum tey gomlu.
Umleið helvtin av teimum, sum hava livað í fátækaváða í trý ár, hava livað í fátækaváða í heili fimm ár. Talan er um 1.056 føroyingar. Av teimum eru beint yvir helvtin, 549 ella 51% yvir 67 ár. 189 eru millum 25 og 54 ár og 182 eru børn undir 18 ár. Her er talið tó vaksandi í øllum aldursbólkunum í mun til tíðarskeiðið 2010 til 2014, men minkandi í mun til 2009-2013 fyri yngsta og elsta aldursbólkum.









