Í dag var fyrsti skúladagur hjá einum nýggjum flokki á heilsuhjálparaskúlanum í Suðuroy
Tilsamans eru 22 næmingar í flokkinum og av teimum eru seks næmingar undir 20 ár og fimm er ímillum 21 og 25 ár.
– Tilsamans eru trettan næmingar undir 35 ár og níggju eru yvir 35 ár, sigur heilsuskúlin í einum skrivi í dag.
Sjey av næmingunum eru úr Norðoyggjum og Eysturoy, sjey eru úr Havn, fýra eru úr Vágum, tríggir eru úr Suðuroy og ein næmingur eru úr Sandoy.
Skúlin sigur, at tilsamans eru 74 næmingar undir útbúgving í løtuni og av teimum ganga 48 næmingar á heilsuhjálparaskúlanum og 26 næmingar eru heilsurøktaraskúlanum.
Og tað halda tey á skúlanum, er eitt sera stórt tal á útbúnum fólki, vit fáa um árið.
– Høvdu fleiri pláss verið til næmingar í starvsvenjing, kundu talið á heilsurøktaranæmingum verið hægri, sigur skúlin.
Verða allir næmingarnir tiknir undir einum, er miðaldurin33 ár og aldursbýtið hevur ligið har á leið seinastu mongu árini.
Aldursbýtið er soleiðis, at 31 næmingar eru undir 25 ár og av teimum eru 12 næmingar undir 20 ár. 14 næmingar eru 25-35 ár, sjey næmingar eru 25-45 ár og 22 næmingar eru yvir 45 ár.
Nógvir av meira tilkomnu næmingunum hava verið ófaklærd í starvi í røktini í nógv ár og nú brúka tey so eitt ella tvey ár upp á at útbúgva seg til eitt framhaldandi starv á eldraøkinum.
Av teimum 74 næmingum, sum eru í skúlanum, eru 47 næmingar úr norðoyggjum, Eysturoy og Streymoy.
Hinir næmingarnar høvdu bústað í Vágum, Sandoy og Suðuroy, tá tey søktu inn á útbúgvingina.
Heilsuskúlin varð stovnaður í 2001 og tí hevur talið á ófaklærdum starvsfólki í røktarstørvum verið stórt.
Av tí saman eru tað eisini nógv tilkomin starvsfólk, sum vilja hava eina útbúgving afturat teimum yngru, sum eru.
– Nógv nýggj búpláss eru komin á eldraøkinum seinastu árini og tað ger, at tørvurin er sera stórur á røktarstarvsfólki, sigur skúlin. Men tey halda eisini, at tað má metast at vera eitt sera stórt tal á fólki, sum fær útbúgving um árið, tá ið hugsað verður um, at 74 næmingar eru undir útbúgving.