Atli Gregersen greiðir frá, at tað var surrealistiskt tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð í Tromsø.
- - Tað var totalt sjúkt. At hoyra áskoðararnar syngja Føgru blómu, meðan leikararnar dansaðu runt á vøllinum. Í veruleikanum var tað totalt óveruligt og eg mátti ganga vekk frá øllum, áðrenn eg sá, at tað var veruleiki. Eg kann ikki lýsa við orðum, hvussu kenslan var.
Atli greiðir harafturat frá, at teir vóru trýstir undir dystinum, men at teir tó allatíð vóru farligir í umstillingum.
- - Teir hava bóltin nógv meira enn vit, men teir vóru ikki effektivir og eg haldi at vit vardu framúr væl. Somuleiðis hóttu vit allatíð í umstillingunum, so tí var úrslitið avgjørt ikki óuppiborið.
Atli Gregersen varð eftir dystin valdur til besta leikara á vøllinum av øllum áskoðarunum, ið vóru til dystin.
Herfrá verður ynskt hjartaliga til lukku til Víking og føroyskan fótbólt fyri framúr góða úrslitið í Tromsø.