Helt Jógvan Skeel Nolsøe valdi skeivt (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðuna sum var við Thomas Juul S. Thomsen og Allan Samuelsen í Gullradio sendingini seinnapartin

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna sum var í Gullradio sendingini á FM1, har prátað var við nevndarlimin í HB, Thomas Juul S. Thomsen og kenda HB-fjepparan, Allan Samuelsen.

 

Thomas Juul og Allan fegnast um eitt ótrúliga gott kappingarár sum eisini gav eitt stigamet, men áðrenn sjeynda umfar var Thomas Juul sum eisini er hondbóltsdómari ikki heilt tryggur við eitt val, ið áleyparin hjá HB, Jógvan Skeel Nolsøe gjørdi.

 

Jógvan Skeel Nolsøe segði nei til at døma eina FM-finalu í hondbólti fyri at sita á beinkinum hjá HB í útidystinum ímóti Suðringum. Thomas Juul skrivaði til Jógvan, at tað var ein rættiliga býtt avgerð. 

 

Men Jógvan Skeel Nolsøe kom inn og skoraði sigursmálið til 1-0, og tá mátti nevndarlimurin í HB, Thomas Juul mest sum eta orðini í seg aftur.