Talan var um tvær rokaligar vikur hjá Anniku Olsen, tá hon eftir løgtingsvalið gjørdi av at fara úr Fólkaflokkinum.
Síðani gjørdist hon partur av Framsókn, har hon fekk sess sum forkvinna í Fíggjarnevndini, men bara fáar dagar seinni tók hon seg úr flokkinum aftur.
Síðani hevur hon verið burtur úr almenna ljósinum, men í dag var Annika gestur í sjónvarpsstovuni hjá Degi & Viku.
Her staðfesti hon, at hon var ov bráð, tá hon leyp upp í Framsókn.
- Eg veit ikki, um tað er eitt slag av politiskum auto-piloti, sum ger, at tú tekur av slíkum møguleika, sigur Annika Olsen, sum eisini sigur, at hon var undir sera stórum trýsti. Bæði tá avgerðin varð tikin, og tá hon tók avgerð um at fara úr aftur Framsókn.
- Eg fekk ónanvngivin brøv, og talan var um sera nógva skriving til mín privat. Hetta ávirkaði eisini familjuna, og at enda tók eg avgerð um, at eg bakkaði eitt fet og bað um umbering, sigur Annika Olsen.
Hon legði tó dent á, at avgerðin um at fara úr Fólkaflokkinum stendur við. Hesa avgerð hevur hon áður grundgivið við, at hon ikki metti flokkin flyta seg tann vegin, sum hon hevði ynski um. Og at hon ikki sá nakran møguleika fyri nakrari flyting við verandi tingmaning.