Farna týsdag var tað staðfest, at vánaligu úrslitini hjá José Mourinho sum høvuðsvenjari hjá Manchester United hetta kappingarárið fingu ta avleiðing, at portugisin var søgdur úr starvinum.
Sambært bretska blaðnum "The Times" hevði José Mourinho ikki hóming av, at hann fór at verða uppsagdur tá hann fór á fund við leiðsluna í Manchester United farna týsdag.
Sambært The Times helt José Mourinho, at hann skuldi á fund við stjóran í Manchester United, Ed Woodward fyri at tosa um møgulig spælarakeyp. Men tað gjørdist ikki tann fundurin José Mourinho hevði væntað sær, men heldur ein uppsøgn, ið kom dátt við hjá roynda portugisiska venjaranum.
Wayne Rooney var serfrøðingur hjá BT Sport í samband við dystin millum Cardiff og Manchester United, ið United vann 5-1. Wayne Rooney staðfesti, at José Mourinho var ikki væl lýddur á Old Trafford: - Tað vóru ikki bara spælararnir sum ikki dámdu tað sum hendi, tað vóru øll í felagnum. Eg eri vísur í , at hvørki Ed Woodward, starvsfólkini, kantinudamurnar ella útgerðarfólkini dámdu tað sum fór fram. Ole Gunnar Solskjær er rætti persónurin her og nú, og eg veit, at nú eru øll glað, segði Wayne Rooney í samrøðu við blaðið "Daily Mail".
2. jóladag klokkan 15 tekur Manchester United ímóti botnliðnum, Huddersfield á Old Trafford leikvøllinum í Manchester. Komandi leygardag tekur Manchester United ímóti AFC Bournemouth.