Helt fyrilestur um ommuna

- Samskiftis - og fluttningsmøguleikarnir í dag hava útjavnað munin millum útjaðara og miðsavningarøki, sigur Henrik Dahl, sum helt fyrilestur í Klingruni hósdagin

Annar av tveimum fyrilestrarhaldum á evnisdegnum hjá Føroya Tele var Henrik Dahl. Henrik er útbúgvin sosiologur og heldur nógvar fyrilestrar um árið.
Henrik hevur skrivað eina bók, har ið omma hansara er høvuðspersónur. Omman er júst deyð eftir at hava livað í 101 ár. Henrik heldur, at omman hevur upplivað nógv meira enn hann, hóast vit halda, at okkara heimur broytist so skjótt.
- Vit fáa betringar og altsamt fleiri hentleikar, men tað henda ongar kollveltandi broytingar. Omma mín hevur upplivað mestsum alar tær kollveltandi uppfinningarnar og tær týdningarmiklu hendingarnar, segði Henrik millum annað.
Henrik varð bjóðaður til Føroya av einum gomlum lestrarvinnmanni. Hann er glaður um møguleikan og undrast á, at vit eru so væl fyri.
- Eg havi ofta flogið uppiyvir Føroyum, men hetta er fyrstu ferð, at eg eri her. Tað er ótrúligt, at eitt so fjarskotið land skal vera so væl fyri. Samskiftis - og fluttningsmøguleikarnir í dag hava útjavnað munin millum útjaðara og miðsavningarøki.
- Eg búði úti á landinum sum barn. Eg mátti koyri 6 tímar í toki, um eg skuldi keypa eitt blað. Hetta vísir, hvussu nógva alt er broytt, hugleiddi Henrik.