Tíðliga í morgun ringdi ein maður á løgreglustøðina í Havn og boðaði frá, at hann helt seg síggja, at eldur var í fleiri húsum í Nólsoy.
Men hinvegin undraði tað hann, var, at hann sá ongan royk.
Og tá ið løgreglan kannaði málið, var tíbetur hvørki talan um royk ella eld. Tað vísti seg, at vera nakað so meinaleyst sum tað, at tað var morgunsólin, sum skygdi í vindeyguni í húsunum í Nólsoy, og tað var hetta, sum fráboðarin helt, kundi vera eldur.
Annars hevur verið stak friðarligt hjá løgregluni í nátt. Men løgreglan hevur aftur í nátt kannað vertshús viðurskiftini á vertshúsum kring landið, bæði í miðstaðarøkinum, norðanfyri, vestanfyri og inni í Eysturoy, men har var einki at finnast at.
'Tey kanna um ov nógv fólk er inni, um tey, sum eru inni, hava aldur til tað, tvs, at tey eru 18 ár, at tað ikki verður skonkt fyri fólki, sum eru sjónliga ávirkað, at skelting og rýmingarvegir eru eftir forskriftunum, og so framvegis.