Teir vóru Oluf Færø, Erling Høgnesen, Sámal Olsen og Jon Hestoy, sum í gjár fylti 60 ár.
Teir løgdu frá landi úr Akkersvík á Hvítanesi klokkan 16:45 og svumu fyrst til tunnilsmunnan á Strondum. Eftir til samans 2 tímar og 45 minuttir náddu teir tunnilsmunnan í Runavík.
Sum altíð, tá slíkir túrar verða gjørdi, fylgdi bátur teimum.
Teir lata sera væl at túrinum, og tað var av allarfagrasta veðrið.
Lesi eisini: Jon Hestoy seksti í dag