Hóast HB hevur havt sínar trupulleikar í álopspartinum, so hevur verjan staðið seg heilt væl. Undan dystinum í Streymneis hevði Tróndur Vatnhamar soleiðis staðið 445 “reinar” minuttir í HB-málinum. Men tá hevði HB so heldur ikki spælt móti mest skorandi liðnum í deildini. Og tað gekk heldur ikki long tíð, áðrenn EB/Streymur setti hol á. Hetta hendi longu eftir seks minuttum, og gjørdist talan soleiðis um 451 málleysar minuttir hjá HB í verjupartinum.