Helst verður tað næsta hósdag at avgerðin fellur

? Kemur landsstýrið ikki aftur við einum góðum úrsliti av fundinum hósdagin, er fullveldisætlanin helst kolldømd, heldur Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins

Áki Bertholdsen


Hósdagurin verður allarhelst ein heilt avgerðandi løta fyri fullveldisætlanina hjá landsstýrinum.

Tað heldur Jóannes Eidesgaard, formaður javnaðarfloksins.

Hósdagin verður triði samráðingarfundurin ímillum landdsstýrið og donsku stjørnina um føroyskt fullveldi.

?Og tað er mangt, sum bendir á, at hetta verður fundurin, sum fer at gera av, antin, antin fullveldisætlanin kollsiglur, ella ikki.

Jóannes Eidesgaard heldur tað vera ógvuliga lítið sannlíkt, at partarnir fara at samráðast um smálutirnar í einum møguligum fullveldissáttmála fyri Føroyar.

?Helst verða tað tey stóru málini, sum fara at merkja fundarskránna og á fremst av øllum, skiftistíðin.

Jóannes Eidesgaard ivast stórliga í, um tað uppá nakran máta fer at bera til hjá landsstýrinum fáa eina longri skiftistíð enn tey trý, fýra árini, sum danska stjórnin ferð eftir ferð hevur boðað frá, verður tað, sum hon kann strekkja seg til.

? Danska stjórnin hevur ferð eftir ferð gjørt greitt, at talan verður bara um eina skiftistíð upp á trý, fýra ár. Og tað er ongin ivi um, at danska stjórnin hevur heilt stóra undirtøku í fólkatinginum fyri, at halda fast um eina skiftistíð uppá eini fýra ár.

? Eg havi ongum donskum politikara møtt enn, sum ikki tekur undir við stjórnini í hesum málinum.

Formaður javnaðarfloksins vísur eisini á, at stjórnin hevur greitt víst aftur, at útseta ígildiskomuna av fullveldissáttmálanum fyri at ?keypa? Føroyum nøkur ára eyka skiftistíð afturat.

? Tað er heilt greitt, at úrslitið av samráðingunum ímillum Føroyar og Danmark skal setast í verk beinanvegin. Skal sáttmálin ikki koma í gildi um eini 10-15 ár, so verða samráðingarnar heldur ikki fyrrenn tá.

? Sostatt er tað onki, sum bendir á, at skiftistíðin verður longri enn tey fýra árini, sum stjórnin fleiri ferðir hevur fráboðað.


Stendur og fellur

So er spurningurin, hvar fullveldisætlanin stendur, um skiftistíðin ikki verður longri enn fýra ár.

Jóannes Eidesgaard heldur, at tað er mangt, sum bendir á, at fullveldisætlanin stendur og fellur við tí, sum fæst burturúr næsta samráðingarfundi hósdagin.

?Tað, sum er serliga áhugavert, er, at nú er fullveldismálið gjørt til eina danska avgerð, tí nú er tað danska stjórnin sum ger av, antin vit fáa fullveldið ella ikki. Tað veldst alt um hvat stjórnin vil ganga við til av skiftistíð.

?Og tað haldi eg, er ein ógvuliga mannminkandi støða fyri føroyingar.

? Men tað er júst tað, sum løgmaður ger, tí nú hevur hann tríggjar ferðir kunngjørt, at verður skiftistíðin bara trý, fýra ár, verður ikki talan um nakra fólkaatkvøðu.

?Og vit mugu ganga útfrá, at fullveldið verður ikki sett í verk, uttan at eina fólkaatkvøðu.

?Tí mugu vit eisini ganga útfrá, at sostatt er fullveldismálið kollsiglt.

Jóannes Eidesgaard sigur, at tað tí er vælhugsandi, at løgmaður eftir samráðingarfundin hósdagin verður noyddur at leggja kongin og at viðurkenna fyri Føroya fólki, at landsstýrið rakk ikki málinum.

? Og tað verður spennandi at síggja, hvussu løgmaður loysir tann trupulleikan.

?Í øðrum londum rundanum okkum er tað vanligur siður, at ein stjórn leggur frá sær, tá ið ein so stór, politisk ætlan miseydnast, so at onnur kunnu sleppa framat.

? Men møguliga kemur løgmaður heldur til ta niðurstøðu, at tað er vert at royna einaferð afturat, men við einum øðrum samráðingaruppleggið til donsku stjórnina.

Og tað verður helst eitt upplegg, sum meiri fer at líkjast tí, sum javnaðarflokkurin hevur lagt fram.

? Eg vænti tó, at tað verður trupult saman við tjóðveldisflokkinum, tí hann hevur ferð eftir ferð gjørt púra greitt, at ríkisfelagsskapurin er markið fyri, hvat flokkurin vil góðtaka. Og tað skal skiljast soleiðis, at tjóðveldisflokkurin vil ikki góðtaka nakra sum helst avtalu við danir, sum ikki ber í sær, at Føroyar fara úr ríkinum.

? Tað verður ringt at siga, hvussu leikur ferð, men eftir næsta samráðingarfund fer uttan iva okkurt at henda, sigur Jóannes Eidesgaard.