Helst væl omanfyri 200 hvalir

Enn hevur sýslumaðurin í Havn ikki gjørt av, hvussu grindin, sum legði beinini í Sandágerði í morgun, verður skift

Tað ljóðar, at grindin, ið fyrrapartin varð metta at vera millum 180 og 200 hvalir, helst er nakað størri.

Av kommununi frættist, at talan helst er um einar 220 hvalir, sum vórðu hildnir til millum klokkan átta og hálvgun níggju í morgun í Sandágerði.

Sýslumaðurin hevur enn ikki avgjørt, um grindin eisini skal skiftast í heimapartar. Tað vil siga, at tey, sum hava skrivað seg upp á listan hjá kommununi, fáa part.

Av kommunuskrivstovuni verður upplýst, at nærri fæst at vita klokkan 17, nær seðlarnir koma út.

Tað var Norröna, sum fann grindina millum Borðina og Kirkjubønes í morgun klokkan 05.40, tá skipið kom úr Hanstholm.