Helst tepur sigur til norsku stjórnina

Nú valhølini í Noregi eru latin aftur, benda tey fyrstu tølini á, at stjórnin hjá Jens Stoltenberg verður sitandi. Men kanningarnar, sum vórðu kunngjørdar, eftir at valhølini vóru latin aftur, geva sera ymisk úrslit.

Tann hjá kringvarpinum NRK sigur, at teir tríggir stjórnarflokkarnir fáa 86 tinglimir og teir borgarligu 83.

Men sambært kanning hjá Aftenposten fráa stjórnarflokkarnir bara ein tingmann meiri enn teir borgarligu flokkarnir, og í einari kanning hjá VG stendur á jøvnum.

Jens Stoltenberg, forsætisráðharri, hevur sagt, at vinna stjórnarflokarnir, verður stjórnin sitandi.