Í kvøld verða tvær fyrru 1/8 finalur í Champions League endaspælinum. Paris Saint Germain fær vitjan av spanska Real Sociedad, meðan Lazio tekur móti Bayern Munchen í italska høvðusstaðnum.
PSG - Real Sociedad (20.00)
Kylian Mbappé og PSG hava eitt brennandi ynski. Tað er at vinna Champions League, men nógv bendir á, at hetta er seinasta kappingarárið hjá fronsku heimsstjørnuni í franska høvðusstaðnum. Hann verður settur í samband við Real Madrid.
Í spanska høvðusstaðnum er vanligt at vinna Champions League, men soleiðis er ikki í París. Hóast nógvar oljumilliardir úr Katar, so hevur eitt finalupláss verið tað besta, sum felagið hevur klárað.
Væntaðar uppstillingar:
PSG: Donnarumma; Hakimi, Marquinhos, Danilo, Hernández; Zaïre-Emery, Vitinha, Fabián Ruiz; Dembélé, Mbappé, Barcola
Real Sociedad: Remiro; Galán, Le Normand, Zubeldia, Traoré; Merino, Zubimendi, Méndez; Kubo, Oyarzabal, Barrenetxea
Ikki við: Elustondo
Lazio – Bayern Munchen (20.00)
Teir ljósabláu úr Italia er aftur við í tí fína partinum av evropiskum fótbólti. Tað er eftirhondini nøkur ár síðani, at Lazio tveitt um seg við pengum, spældi í Champions League og hevði nógvar stjørnur.
Teir standa heldur ikki í mát við gestirnar úr Bayern Munchen, sum er ein av favorittunum at vinna kappingina, men tað gongur einki serligt hjá týska risanum. Bayern Munchen tapti um vikuskiftið 3-0 móti oddaliðnum Bayer Leverkusen.
Harry Kane er komin til felagið, men hóast hann skjýtur nógv mál, so er tað ikki nokk til at liggja fremst í eini deild, sum Bayern Munchen hevur vunnið 11 ferðir upp í slag.
Væntaðar uppstillingar:
Lazio: Provedel; Marušić, Romagnoli, Mario Gila, Hysaj; Guendouzi, Vecino, Luis Alberto; Isaksen, Immobile, Felipe Anderson
Leikbann: Renzetti
Bayern: Neuer; Mazraoui, Upamecano, Kim, Guerreiro; Kimmich, Goretzka; Sané, Müller, Musiala; Kane