Skattahol
Enn hevur Bárður Nielsen ikki sitið so leingi í nýggja sessinum, at hann hevur havt nakrar serligar stundir at seta seg inn í júst málið við umrødda skattaholinum. Og enn er arbeiðið við fíggjarlógini, sum tekur størsta partin av arbeiðsorkuni, men tað merkir tó ikki, at hann ikki er greiður um trupulleikan, sum hann eisini metir sum verandi rættiliga kompleksan.
- Hatta er so ikki eitt mál, sum er so lætt at loysa. Trupulleikarnir eru jú tvinnir. Nevnliga at tú eftr tíggjur ár kanst selja skattafrítt, líkamikið um sølan er til felagði sjálvt ella til onnur. Gera vit t.d. eina lóg, har vit siga at søla til felagið er skattskyldug, so fara somu eigarar helst bara at selja til eitt nú børnini, so har er lítið vunnið. Eisini hóast hetta so bara kann gerast einaferð, í mun til tað, sum nú er galdandi, har talan er um eina myllu, sum bara melur, sigur hann.
Ivast í heimildini
Spurdur, hvørt hetta er ein trupulleika, sum landsstýrið ætlar sær at loysa, sigur Bárður Nielsen, at hann sjálvandi fer at hyggja at málinum.
- Vit hava longu umrøtt tað nakað, men enn havi eg so ikki tikið nakra greiða støðu, hvussu hetta skal loysast. Spurningurin er eisini, hvussu nógvan skund málið nú hevur. Eg rokni við, at teir flestu, sum hava havt møguleika at vinna sær eina munandi upphædd á hendan hátt, longu hava handlað, so tað er kanska for seint í so máta. Men sjálvandi skal okkurt gerast, so tað ikki ber til at gera á sama hátt í allar ævir.
- Og so leggur landsstýrismaðurin afturat, at hann ivast í, hvussu lóglig hendan útlutanin er, sum er farin fram seinastu tíðina.
Við hesum verður helst sipað til, at tað bert er í gamla lógarverkinum, at frípartabrøvini verða nevnd. Hvørki í nýggju lóggávuni ella í skiftisreglunum til hesa, er nakað orð felt um frípartabrøv, og tí er tað kanska ivasamt, hvørt frípartabrøvini veruliga fáa upprunaligu keypsdagfestingina, ella um tey skulu roknast eftir degnum, har tey eru útskrivað, og sostatt eru fult skattskyldug.
Tað man so undir øllum umstøðum vera ein spurningur, sum má standa sína roynd í rættinum, men tað man standa púra greitt, at fer landsstýrismaðurin í rættin við hesum spurningi, so munnu tað nógva staðni vera partaeigarar, sum fara at halda ondini í langa tíð. Fyrst og fremst tí teir tá kunnu verða noyddir at lata skatt av peningi, sum tey hildu vera skattafrían, og kanska eisini tí skattamál, har skattgjaldarin tilvitað roynir at sleppa undan at rinda skatt, kunnu revsast við bót, sum er ásett eftir álíknaðu upphæddini.











