Myndirnar, sum eru viðheftar, eru kliptar úr filmi, sum Birgir W. Høgnesen tók í dag. Í løtuni er ikki greitt, hvussu stórt endaliga talið av hvalum verður í ávikavist Vestmanna og Leynum.

Helst ov nógv til vanligar partar

- Tað er ikki óhugsandi, at onkur kommuna fær møguleikan at fáa grind, sigur sýslumaðurin, Kristian Martin Joensen.

 

Myndirnar, sum eru viðheftar, eru kliptar úr filmi, sum Birgir W. Høgnesen tók í dag. Í løtuni er ikki greitt, hvussu stórt endaliga talið av hvalum verður í ávikavist Vestmanna og Leynum.

Tvær lutfalsliga stórar grindir hava lagt beinini í ávikavist Vestmanna og Leynum seinnapartin í dag og í kvøld. 

 

Sýslumaðurin, Kristian Martin Joensen, sigur, at grindin, sum legði beinini í Vestmanna seinnapartin, var størri enn hildið varð í fystani.

 

- Enn havi eg ikki talið, tí teir eru ikki lidnir at hiva hvalirnar enn, men eg meti, at grindin í Vestmanna liggur millum 200 og 250 hvalir.

 

Eftir at grindin seinnapartin hevði lagt beinini í Vestmanna, legði eisini ein grind beinini í Leynum í kvøld.

 

- Eg veit í løtuni heldur ikki, hvussu stór grindin í Leynum er, men hon verður mett til 180 til 200 hvalir.

 

Sýslumaðurin ásannar, at hetta er nógv grind at býta til vanligar partar, sum hann tekur til.

 

##med2##

 

- Tí er ikki óhugsandi, at onkur kommuna fær møguleikan at fáa grind hiðani, sigur hann.

 

Kristian Martin Joensen sigur, at meira verður at frætta, tá grindin er merkt, og greitt er, hvussu stórt talið verður.

 

Myndirnar, sum her eru viðheftar, eru kliptar úr filmi, sum Birgir W. Høgnesen tók í dag.

 

##med3##

 

 

 

 

 

Myndirnar, sum eru viðheftar, eru kliptar úr filmi, sum Birgir W. Høgnesen tók í dag. Í løtuni er ikki greitt, hvussu stórt endaliga talið av hvalum verður í ávikavist Vestmanna og Leynum.