Rokið eftir grannauppgerðina í Manchester hevur ikki lagt seg enn, men longu nú er nýtt umfar í Premier League. Tríggir dystir í 17. umfari vóru í gjár, meðan sjey dystir verða í kvøld.
Les eisini: Crystal Palace vendi dystinum
Tað hevur verið rokaligt, eftir at Manchester City vann grannauppgerðina móti Manchetser United, har spælarar og venjarar endaðu í hornatøkum. Flestu viðmerkjarar hava meldað út, at ongin kann steðga Pep Guardiola og teimum ljósabláu, sum eru 11 stig fremst. Bæði Manchester feløgini eru favorittar í kvøld.
Stóra stjørnan hjá Liverpool hetta kappingarárið hevur verið toppskjúttin í Premier League, Mo Salah. Jurgen Klopp, venjari hjá Liverpool, hevur verið fyri atfinningum, tí hann skifti eygyptaran út longu aftaná ein tíma móti Everton, sum seinni javnaði og fekk eitt stig á Anfield.
- Eg skifti Mo Salah út, tí hann hevur eina lítla fipur. Tað ljóðar sum ein umbering, men vit mugu skifta spælarar, tí vit hava spælt sjey dystir upp á 21 dagar, og skulu spæla seks dystir upp á teir komandi 18 dagarnar, sigur Jurgen Klopp á tíðindafundinum undan dystinum í kvøld.
Newcastle tekur á heimavølli móti Everton. Bretskir miðlar skriva í dag, at Newcastle nærkast at blíva selt. Illa lýddi eigarin, Mike Ashley, siga hava fingið boð upp á 3 milliardir krónur fyri felagið, sum nærkast niðurflytingarstrikuni í hvørjum, eftir eina annars fína byrjan upp á kappingarárið.
Premier League 17. umfar:
Í gjár:
Burnley – Stoke 1-0 (0-0)
1-0 Ashley Barnes, 89.
Crystal Palace – Watford 2-1 (0-1)
0-1 Daryl Janmaat, 3.
1-1 Bakary Sako, 89.
2-1 James McArthur, 90+.
Huddersfield – Chelsea 1-3 (0-2)
0-1 Tiemoue Bakayoko, 23.
0-2 Willian, 43.
0-3 Pedro Rodriguez, 50.
1-3 Laurent Depoitre, 90.
Í kvøld:
Newcastle United - Everton
Southampton - Leicester City
Swansea City - Manchester City
Liverpool - West Bromwich Albion
Manchester United - AFC Bournemouth
Tottenham Hotspur - Brighton & Hove Albion
West Ham United - Arsenal










