Útvarp Føroya visti fyrrakvøldi at siga, at greiðar ábendingar eru um, at komandi fundurin millum landsstýrið og donsku stjórnina um ríkisrættarligu støðu Føroya helst verður í Danmark í oktober.
Landsstýrið hevði annars ætlað, at hesin fjóðri fundurin skuldi haldast í Føroyum, men nú letur til, at tað ikki fer at bera til hjá øllum donsku lykla-ráðharrunum at koma til Føroya at samráðast í oktober.
Fundurin varð annars útsettur til oktober, fyri at tað skuldi bera til hjá donsku ráðharrunum at koma til fundin.
Løgmaður og varaløgmaður siga báðir, at tað enn ikki endaliga er avgreitt, hvar og nær næsti samráðingarfundurin verður, og at tíðindini um, at hann verður í Danmark tískil mugu standa fyri Útvarpsins rokning.