Helst ikki fleiri varðhaldsfongslingar

Kanningardeildin hjá politinum kannar framvegis ránsmálið við BankNordik annað páskakvøld.

Kanningardeildin hjá politinum kannar framvegis ránsmálið við BankNordik annað páskakvøld.

 

Politiið heldur fram við kanningum av ránsmálinum, sum hendi annað páskakvøld, tá ein ung kvinna var álopin av tveimum ránsmonnum, og millum annað fekk eitt slag í andlitið.

 

Tað eydnaðist teimum báðum ránsmonnunum at fáa tann eina av trimum pengalummum, men kortini ikki sluppu avstað við fleiri enn fáum túsund krónum.

 

- Vit halda okkum hava fingið hendur á teimum báðum ránsmonnunum, og verður nøkur handtøka framd aftrat, verður ikki kravd varðhaldsfongsling. Harvið ikki sagt, at eingin verður skuldsettur aftrat í málinum, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

 

Kanningarnar halda kortini fram í hvussu er inntil varðhaldsfongslingin gongur út.