Hesin toskurin og hesin týskarin kunnu helst kallast at hava heimsmetið.
Michael Eisele úr Týskalandi var ein fiskitúr uppi i Norðurnoreg úti við Breiviksfjorden á Sørøya, tá hann knappliga fann seg sjálvan í síni lívsins fiskisøgu.
Tað skrivar vg.nett.
Á fiskiblogginum, Pure Fishing, verður tað sagt sum »ein harður og spennandi dystur«, tá hann fekk beistið innanborða: Ein toskur upp á 160 sentimetrar og 47 kilo!
- Tá eg fekk eygað á fiskin ivaðist eg ikki í, at talan mátti verið um europeiskt met. Eg havi sæð fleiri toskar yvir 30 kilo í ár, og hesin var munandi størri, sigur Darius Ignatavicius við VG.
Hann er eigari og guide við Sørøya Havfiskesenter, har Eisele og fleiri aðrir vinmenn hava fiskað seinastu vikuna.
- Á mínari vekt vigaði hann 47,2 kilo, men eg bað teir beinanvegin taka hann inn á móttøkuna. Har varð hann vigaður til 47 kilo, men tann vektin vigar bert heil kilo, sigur Darius Ignatavicius.
Hetta er æl yvir gamla heimsmetið fyri atlantarhavstosk fiskaður við tráðu. Gamla metið stavar heilt afturi frá 8. juni 1969, tá Alphonse Bielevich fekk ein tosk upp á 44,79 kilo við tráðu út fyri New Hampshire.