Helst fleiri ódnir í ár

Amerikanski veðurfrøðingurin William Gray, sum er serkønur í tropiskum ódnum, sigur, at líkindi eru fyri fleiri tropiskum ódnum í Atlantshavinum og Karibiska Havinum í ár enn vanligt.

Tíðarskeiðið við tropiskum ódnum er frá juni til november, og í ár kunnu vit væmnta at síggja 15 tropiskar stormar og átta ódnir í hesum tíðarskeiðinum, sigur William Gray. Í einum meðalári eru stormarnir 10 og ódnirnar seks.

William Gray væntar, at minst ein av teimum høðru ódnunum fer at raka partar av USA.