Helst eykakonsert við Creamy

Í løtuni eru samráðingar millum umboðsfólk hjá Creamy og fyrireikararnar um at gera eina eykakonsert í Havn

Enn er endaliga avgerðin ikki tikin, men tað tykist sum ein eykakonsert við hálvføroysku poppduoini Creamy er komin nærri.

Atgongumerkini til konsertina, sum verður í ítróttarhøllini í Runavík sunnudagin 20. februar kl. 17.00, vóru seld eftir fimm døgum, og tað er neyvan áður komið fyri, at yvir 1800 atgongumerki eru seld eftir so stuttari tíð.

Ætlanin var at hava eina konsert í Havn eisini, men hendan konsertin var í fyrstu atløgu tikin av skránni. Men eftir at útselt er til konsertina í Runavík, er konsertin í Havn aftur komin uppá tal.

Í løtuni eru samráðingar millum umboðsfólk hjá Creamy og fyrireikararnar um at gera eina eykakonsert í Havn. Partarnir hava ikki verið samdir um treytirnar fyri hesa konsertina, men eftir tí, sum vit hava frætt, er ein eykakonsert nærri veruleikanum, enn hon hevur verið.

Um tað verður avgjørt at hava eina konsert í Havn, verður hon í ítróttarhøllini á Hálsi leygardagin 19. februar.

Saman við Creamy fara eisini Kular røtur úr Klaksvík at spæla.