Bjargingarskip hava higartil funnið líkini av tíggju av teimum, sum vóru við etiopiska flogfarinum, sum datt niður í Miðjarðarhavið í nátt. 90 fólk vóru í flogfarinum, sum flogfelagið Ethiopian Airlines átti. Tey flestu vóru libanar og etiopar.
Flogfarið datt niður, beint eftir at tað var farið á flog úr Beirut, og libansku myndugleikarnir siga, at teir hava staðfest sjálvt vanlukkustaðið, sum er einar 15 kilometrar frá Beirut.
Sagt verður, at bjargingarlið hava funnið vrakpetti fram við libansku strondini.
Eygnavitni hava greitt frá, at eldur var í flogfarinum, tá tað datt niður.









