Helsingør tapti á heimavølli

Heimafturkomnir frá Challenge Trophy-ferðini hjá føroyska landsliðnum skuldu Heini Hanusarson og Rókur Akralíð sunnudagin í eldin fyri Helsingør Elite3000. Men ikki gekk væl í hond, í heimadystinum ímóti Lemvig. Helsingør tapti greitt 30-35. Helsingør hevði annars vunnið tríggjar teir undanfarnu dystirnar. Heini fekk bert 2 mál hesuferð, sum er væl undir snitt. Hanus hevur annars fingið 26 mál í donsku kappingini higartil í ár. Ròkur fekk einki mál. Helsingør hevur 7 stig fyri 7 dystir, men teir hava bert 3 stig upp til 3. plássið, sum gevur møguleikan at spæla kvalifikasjónsdystir um at sleppa at leika í bestu donsku hondbóltsdeildini.