Helms deyður

Fyrrverandi ovastin í amerikansku fregnartænastuni CIA, Richard Helms, er deyður. Hann var 89 ára gamal.

Richard Helms var ovasti í CIA frá 1966 til 1973. Hann noyddist frá, tá hann í 1973 sýtti fyri at hjálpa Richard Nixon, forseta burtur úr Watergate-gøluni, og seinni hava summi hildið, at tað var Helms, sum avdúkaði sjálva gøluna.
Richard Helms hevði eisini ein virknan lut, tá CIA gjørdi sítt til at fella forsetan í Chile, Salvador Allende. Skjøl, sum komu undan kavi, avdúkaðu, at Nixon hevði flutt CIA 10 milliónir dollarar, sum skuldu nýtast til kvettið, og skjølini avdúkaðu eisini, at forsetin hevði givið Helms boð um at skipa so fyri, at Allende varð koyrdur frá. Í 1977 varð Helms ákærdur fyri at hava logið, tá hann hann greiddi einari kongressnevnd frá amerikansku luttøkuni í kvettinum í Chile. Hann varð dømdur sekur, men slapp frá at fara í fongsul.