Rógvi Nybo
Meirilutin av teimum arbeiðsleysu í Føroyum hava verið arbeiðsleys í eitt hálvt ár ella meira. Tað vísir nýggja kanningin hjá ALS. Kanningin vísir eisini, at heili 37 prosent hava verið arbeiðsleys omanfyri eitt ár.
Stóra kanningin hjá ALS vísir eisini, at tað er ein greiður samanhangur millum hvussu leingi fólk hava verið arbeiðsleys, og hvussu vónirnar hjá teimum eru fyri at koma inn aftur á arbeiðsmarknaðin. Jú longri tey hava verið í arbeiðsloysisskipanini, jú verri eru vónirnar fyri nakrantíð at koma aftur í arbeiði ella undir útbúgving.
Aldurin ávirkar
Eitt annað áhugavert, um enn ikki óvæntað, úrslit úr kanningini er, at tað er ein greiður samanhangur millum aldurin á fólki og teirra framtíðarvónir. Serliga er tað, tá fólk fara upp um 50 ára aldur, at tey missa vónirnar fyri at koma í starv ella undir útbúgving aftur.
Meðan tað er ein støðugur samanhangur millum aldur og vónirnar – at tær versna við aldrinum – frá fyrstu árunum upp til fjørutini, er tað við 50 ár, at myndin av álvara broytist. Aldursbólkurin omanfyri 50 ár er í nógv størri vónloysi enn hinir aldursbólkarnir, hóast hetta er tann bólkur, ið situr inni við størstu arbeiðsroyndunum – og javnan verða kallaði tað gráa gullið.
rogvi@sosialurin.fo