Helmingurin umboðar útlendsk feløg

Hondbóltur: Kvinnulandsliðið, sum fyrst í næsta mánað skal spæla ímóti Rumenia og Danmark, er úttikið

Landsliðsvenjarar í kvinnuhondbólti eru Dragan Brljevic og Finnur Hansson. Í dag hava teir úttikið liðið, sum fyrst í næsta mánað skal spæla ímóti Rumenia og Danmark. Dysturin ímóti Rumenia verður á útivølli, og tann ímóti Danmark verður á heimavølli í Havn.

 

16 spælarar eru boðsendir, og helmingurin av teimum umboðar feløg í Íslandi og Danmark, meðan hinir spælararnir eru úr føroysku feløgunum – ein úr StÍF, ein úr Stjørnuni, tríggir úr Kyndli og tríggir úr H71.

 

Málverjar

Annika Fríðheim Petersen, Haukar

Rakul Wardum, Skanderborg Håndbold


Vengur

Guðrið Ellingsgaard, StÍF

Turið Arge Samuelsen, Kyndil

Ninna Katrin Johansen, Aalborg HK

Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, Ajax København


Strikur

Bjarta Osberg Johansen, Kyndil

Pernille Brandenborg, Randers HK


Bakkar

Marita Mortensen, Vendsyssel Håndbold

Marianna Geirsdóttir Eystberg, Hellerup IK

Maria Halsdóttir Weyhe, H71

Súna Krossteig Hansen, Kyndil

Jana Mittún, H71

Kristianna Henneberg Joensen, Skovbakken

Durita Christophersen Jojic, Stjørnan

Lív Bentsdóttir Zachariasen, H71

 

 

Dystirnir vera spældir í ávikavist Mioveni í Rumenia mikudagin 6. oktober kl. 16.30 føroyska tíð, og í Høllini á Hálsi í Havn ímóti Danmark sunnudagin 10. oktober kl. 16.15.