Tunnilsliðini, ið arbeiða við at gera nýggja undirsjóvartunnilin, ið skal stytta um farleiðina millum høvuðsstaðarøkið og Skálafjørðin, eru komin so mikið langt, at nú er einans helmingurin av spreingiarbeiðinum eftir.
- Til samans vóru sprongdir 93 metrar seinastu vikuna. Nú eru sprongdir 5.674 metrar, av til samans 11.250 metrum í Eysturoyartunlinum. Sostatt er nú meiri enn helmingurin av tunlinum sprongdur, skrivar P/F Eystur- og Sandoyartunlar á Facebook-síðu síni.
Av teimum 90 metrunum vórðu 40 metrar sprongdir á Hvítanesi, 27 metrar frá rundkoyringini móti Hvítanesi og 26 metrar frá rundkoyringini móti Rókini.









