Hóast brekið á sendimastrini kann helmingurin av Føroya fólki síggja SvF. Men tað er ikki nóg mikið til at senda Televarpskundar fingu framvegis signal frá SvF, hóast høvuðssendarin ikki fekk sent í gjár.
Signalið, sum fer til Televarpið, fer nevnliga beinleiðis úr Vørsluni, og tí er hetta ikki nakar trupulleiki. Á leið 44% av føroysku húsarhaldunum síggja Televarpið, og hartil eru fleiri húsarhald í høvuðsstaðnum, sum kunnu fanga signalið, sum verður sent úr Vørsluni niðan á Húsareyn.
Soleiðis vildu á leið helvtin av føroysku húsarhaldunum sæð SvF, um avgerð verður tikin um at senda, men tann avgerðin verður av ongum, sigur kringvarpsstjórin.
- Vit hava somu skyldu mótvegis øllum okkara kundum, og tí vildu vit ikki koyra eina sending avstað, sum bert partur av hyggjarum okkara kundi tikið ímóti, sigur Jógvan Jespersen.